Í gjár var mentanarnátt í Keypmannahavn, og í hesum sambandi vitjaðu Anna Faroe, Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum á Christiansborg.
Teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, skipaðu fyri føroyskari mentanarnátt, har møguleiki var fyri at síggja ymisk føroysk sniðgivin klæði, og føroysku tónleikur var á skránni.
Teir trý sungu fyri áhoyrarum í tveimum umførum, og vóru tey sera væl móttikin. Tað var greitt, at stórur áhugi var fyri at hoyra føroyskan tónleik.
Hetta er fyrstu ferð, at Anna Faroe, Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum framføra saman, og sigast má, at tey hóska ógvuliga væl saman.
Fleiri túsund fólk vitjaðu Christiansborg í gjár, tá ið umboð fyri allar politiskar flokkar vóru til staðar. Tey vitjandi høvdu eisini høvi at seta spurningar til føroysku fólkatingsmenninar.









