Norðuratlants Bryggjan í Keypmannahavn almannakunngerð nú eykasýningar av føroyskum stuttfilmum, tí áhugin hevur verið stórur. Hósdagar skipar Norðuratlants Bryggjan fyri bio-døgum. Hósdagin eru føroyskir stuttfilmar á skránni, men longu í morgun var útselt til sýningina, og tí hevur Norðuratlants Bryggjan gjørt av, at gera enn eina sýning.
Tí verður ein eykasýning sama dag ? hósdagin klokkan 17.
Tað eru seks stuttfilmar frá 2010, sum verða sýndir. Og tað eru fimm virðisløntir føroyingar, sum standa handan filmarnar.
Tað er nevniliga Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum vísa filmin Magma. Heiðrik á Heygum vísir Aldur og Sigarett. Katrin Ottarsdóttir vísir filmarnir Køkkenet og Toilettet. Og at enda er tað Sakaris Fríði Stórá, sum sýnir Passasjeren.









