Eftir ætlan skuldi seinasta almenna sýningin av ljóðinstallatiónini Føroyar 5.2 hvussu ljóða Føroyar?, sum ORKA við Jens L Thomsen og Uni Árting hava gjørt, verða leygardagin 13. juli. Men hesar seinastu dagarnar hevur verið útselt fleiri dagar á rað, og tí er gjørt av at halda á fram við sýningunum í komandi viku til og við hósdagin 18. juli, allar dagar eins og nú kl. 13.00.
Tað boðar Norðurlandahúsið frá í dag.
Fyrsta almenna sýningin var leygardagin 21. juni og higartil hava 543 persónar sæð sýningina.
-Arbeitt verður nú eisini við at fáa sýningina á ferð til onnur lond, og áhugi er fyri henni í okkara grannalondum, sigur Norðurlandahúsið í dag.