Klaksvík: Arbeiðið at gera eldraíbúðir í Klaksvík er boðið út alment, og í summar skal arbeiðið í gongd.
Áhugin fyri hesum eldraíbúðum er ovurhonds stórur, og Klaksvíkar kommuna hevur fingið eina ørgrynnu av umsøknum frá fólki, sum vilja sleppa í hesar íbúðirnar.
? Tú kanst siga, at vit fáa mest sum dagliga umsøknir. Fólk halda eldraíbúðirnar verða eitt gott hugskot, og tað eru nógv, sum vilja sleppa inn í eina av íbúðunum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann hevur nú tikið við eftir Jógvan við Keldu sum limur í nevndini fyri sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku.
Gingið væl higartil
Arbeiðið undir Kráarbrekku byrjaði í fjør. Útgrevsturin er gjørdur, og nú er klárt at fara undir sjálva byggingina av íbúðunum og sambýlinum.
? Tað hevur gingið sera væl við útgrevstrinum, og vit eru sera væl nøgd við hetta arbeiðið. Tað er væl frágingið, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Útbjóðingin av sambýlinum hevur verið, og hetta arbeiðið skal í gongd sum skjótast.
Fyrst í apríl mánaði verða tilboðini til byggingina av íbúðum latin upp, og síðani er ætlanin, at hetta arbeiðið skal fara í gongd sum skjótast.
Húsini ov stór
Verkætlanin undir Kráarbrekku er býtt sundur í nógv smærri arbeiðið fyri at fáa fleiri feløg við.
Sambýlið skal eftir ætlan verða liðugt næsta ár, meðan eldraíbúðirnar skulu takast í nýtslu á heysti í 2003.
? Tað eru nógv fólk, sum eru komin upp í árini, sum hava stór hús. Tey kundu hugsa sær smærri íbúðir, tí tað er óneyðugt við stórum húsum til tey, sigur Steinbjørn Jacobsen sum eina orsøk til áhugan fyri eldraíbúðunum.
? At fólk flyta úr húsum og í eldraíbúðirnar, fer eisini at bøta um bústaðarstøðuna í býnum, tí fleiri hús fara at verða tøk.
Í løtuni er stórur tørvur á íbúðum og grundstykkjum í Klaksvík.