Stórur áhugi fyri Eivør

Konsertin við Eivør Pálsdóttir í danska høvuðsstaðnum í apríl er útseld, og tí er eykakonsert sett á skránna. Eivør var upprunaliga sett at spæla í Ideal Bar í Vega hóskvøldið 11. apríl, og áhugin fyri hesi konsert hevur verið so stórur, at øll atgongumerkini til framførsluna eru seld. Tí hevur Vega sett eina eykakonsert á skránna, og hon verður dagin fyri – mikudagin 10. apríl. Meira ber til at lesa um konsertirnar á heimasíðuni hjá Vega – vega.dk.