Áhugin fyri Clinton-vitjanini er stórur, bæði her heima og uttanlands. Og longu í dag koma tey fyrstu útlendsku tíðindafólkini við Atlantsflogi úr Aberdeen Millum teirra, sum fara at fylgja Clinton í Føroyum, eru tær tvær stóru altjóða tíðindastovurnar AP og AFP. Eisini Sky News koma til Føroyar, umframt fleiri skrivandi journalistar og ein útvarpsjournalistur frá BBC World.
Hóast gott 500 fólk verða í Norðurlandahúsinum til fyrilestrarnar hjá Bill Clinton og Hans Blix, fáa bert eini 50 høvi at heilsa upp á fyrrverandi forsetan. Hesi eru umboð fyri tey virkini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samstarvaå við fyri at fáa Bill Clinton til Føroyar.
Nú er bert ein vika til fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton kemur til Føroyar. Við sær á ferðini, hevur hann, Hans Blix sum av álvara gjørdist kendur, tá ið hann var leiðari hjá ST vápnaeftirlitsfólkunum undan Irak krígnum.
Teir báðir fara at halda fyrilestur á Vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum Vinnuhúsið skipar fyri 1. oktober.