Síðani marknaavtalan varð undirskrivað millum Føroyar og Bretland hava umboð fyri oljufeløg verið gerandisgestir á Oljumáladeildini og eisini í Tinganesi. Nú um dagarnar vóru tvey umboð hjá Mobil Oil á vitjan, og í morgin koma umboð fyri danska oljufelagið Dong á vitjan. Tey skulu eisini hitta løgmann í Tinganesi, umframt Oljumáladeildina. Millum Dongfólkini er stjórin í felagnum, Holger Lavesen.
Í farnu viku vórðu tvey umboð fyri amerikanska oljufelagið Mobil á vitjan. Hetta var eitt sokallað ?social visit? sigur John Wood, sum stendur á odda fyri kanningunum á Atlantsmótinum. Saman við starvsfelaganum Andrew Holmes vitjaði hann á Debesartrøð, har teir greiddu frá støðuni hjá felagnum, nú seinastu brikkarnir eru við at koma uppá pláss í sambandi við samanlegging av Esso og Mobil.
Tað hevur leingi verið arbeitt við samanlegging av feløgunum og í oktober verður henda samanlegging helst loksins veruleiki. Samanleggingin ger Esso (Exxon) og Mobil til heimsins størstu fyritøku.
Bæði Esso og Mobil eru virkin á tí føroyska økinum. Í dag er Esso í bólki saman við ELF og Phillips, meðan Mobil arbeiðir saman við Statoil og Enterprise. John Wood sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu verður við arbeiðinum við Føroyar tvs. hvørjum bólki teir verða í. Hann váttar tó, at Mobil framvegis eru sera hugað fyri at vera við í eini útbjóðing á føroyskum øki. Felagið hevur gjørt rættiliga nógvar kanningar, og hann dylur ikki fyri, at teir eru rættiliga bjartskygdir. -Eg haldi, at møguleikarnir at finna olju og gass við Føroyar eru góðir sigur hann og leggur aftrat, at økini í Hvítu sonuni, sum fullu til Føroyar í marknaavtaluni eru sera áhugaverd. Her sipar hann ikki minst til økini nærhendis bretsku keldunum hinumegin markið.
Annars hevur Mobil staðið fyri nøkrum sera áhugaverdum boringum longur fyri norðan. Talan er serstakliga um brunn teir hava borað miðskeiðis millum Hetland og Føroyar rættiliga langt norðuri. Brunnurin er úti á 1200 metra dýpi og einar 20 fjórðingar frá føroyska markinum. Mobil hevur borað við vælútgjørda pallinum Jack Bates bæði í fjør og í ár í sama brunni, nevndum Eribol og er hann eitt ?tight hole?. Tvs. at ongar upplýsingar verða latnar um úrslitið av boringini.
Men John Wood viðgongur, at stórur áhugi er fyri hesum brunninum. -It is the most sensitive well in Europe leggur hann aftrat. Men hann vil hvørki siga nakað, um talan er um eitt fund ella ikki. -Hetta er í einum øki, sum kann hava áhuga fyri oljufeløgini í bæði eini bretskari og eini føroyskari útbjóðing, so vit vit vilja hava upplýsingarnar fyri okkum sjálvar sigur John Wood.
Chevron keypa Phillips
Yvirtøkurnar í altjóða oljuverðini eru framvegis ikki av. Seinastu tíðindini siga, at stóra amerikanska oljufelagið Chevron hevur í umbúnað at uppkeypa tað eitt sindur minni amerikanska oljufelagið Phillips, sum í dag er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á føroyska landgrunninum. Chevron harafturímóti hevur valt bara at standa á síðulinjuni og fylgja gongdini í Føroyum. Herfyri keypti TotalFina oljufelagið ELF. Hesi feløgini eru eisini virkin á føroyaøkinum. Hvørjar avleiðingar samanleggingarnar og uppkeypini í oljuheiminum hava fyri komandi leiting við Føroyar er ilt at meta um. Helst fer hetta at hava við sær kollveltandi broytingar í teimum ymsu bólkunum. Um feløg taka seg aftur av økinum av teirri orsøk er óvist, men helst neyvan sannlíkt. Tað oljufeløgini bíða eftir í løtuni eru treytunum fyri 1. útbjóðing.










