Í Føroya Banka hava tey merkt stóran útlendskan áhuga, nú bankin skjótt skal skrásetast á virðisbrævamarknaði Í morgin fyrrapartin fer Føroya Banki at kunngera ársroknskapin fyri 2006, og tað er ikki sørt, at útlendskur áhugi er fyri tíðindafundinum í Húsagøtu.
Soleiðis veit bankin at siga, at bæði danskir og íslendskir miðlar vera til staðar til tiðindafundin.
Útlendski áhugin kemst uttan iva av, at ein einskiljing nú stendur fyri framman. Tað er nevnliga avgjørt, at bankin til ta tíð skal skrasetast á VMF/ICEX á og á Københavns Fondsbørs.