Stórur áhugi fyri Atlantsflogi

Tað gongur strúkandi hjá føroyska flogfelagnum, sum hevur ein støðugan vøkstur í talinum á ferðafólkum

Tað er nógv hent hjá Atlantsflogi, síðani felagið varð stovnað í 1988. Byrjað var við einum flogfari í kappingini ímóti Maersk á leiðini til Keypmannahavn, men nú flýgur Atlantsflog við fleiri flogførum til fleiri býir uttanlands.
Tað vóru nógv, sum ivaðust í, um felagnum varð lív lagað, tá ið tað varð stovnað fyri næstan 20 árum síðani. Men søgan hevur prógvað, at Atlantsflog, sum setti Føroyar í miðdepilin, hevur tænt føroyingum bæði væl og virðiliga. So væl, at felagið síðan hevur keypt fleiri flogfør av sama slagi fyri at nøkta eftirspurningin, sum er nógv øktur, so hvørt Atlantsflog hevur økt um flogleiðirnar til at fevna um øll grannalondini.
Atlantsflog er meira enn bara flogfør, tí á ferðskrivstovuni hjá Atlantsflog ber til at keypa pakkaferðir ella fáa sett saman sín egna ferðapakka út í heim. Í vetur eru øll tey spennandi tilboðini savnað í blaðnum Út í heim, og har ber til at gera ferðir til spennandi støð og býir uttanlands.
Næstu summarhálvu fer Atlantsflog aftur at flúgva til somu býir, sum flogfelagið hevur flogið til seinnu árini. Her er talan um Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Reykjavík, London, Aberdeen, Stavanger, Oslo, Hetland og Grønland.
- Vit merkja ein stóran áhuga fyri ferðum næsta summar. Fólk eru í góðari tíð við sínum bíleggingum, og tey hugsa longu nú um síni ferðamál næsta summar. Vit vita longu nú, at tað verður ein sera stór ferðsla av landinum við Atlantsflog næsta summar, sigur Kent Christensen, søluleiðari hjá Atlantsflogi.
Lesa meira um Atlantsflog og teirra útboð á www.atlantic.fo