Stórur áhugi fyri at rógva kapp

Talið á manningum, sum fyrireika seg til róðrarárið, táttar í 90

Ein av eldsálunum í kappróðrinum, Teitur Samuelsen, hevur í faebokk bólkinum kappróðrarkjak skattað dýpið fyri at fáa ábending um, hvussu stórur áhugin er fyri at luttaka í kappróðrinum í 2020.

Tað eru ikki so nógvar vikur síðani, at kappróðurin í summar var’ avlýstur.

Síðsta leygardag varð á fundi millum nevndina í Róðrarsambandi Føroya og kappróðrarfeløgini avrátt, at kappróðurin í summar verður soleiðis, sum hann plagar at vera.

Í kvøld veit Teitur Samuelsen at siga, at tað eru 87 bátsmanningar, sum ætla sær at luttaka í kappróðrinum í summar. Hetta er nakað hægri, enn tað hevur verið undanfarnu árini.

Teitur Samuelsen heldur seg hava eina hylling á, hví luttøkan sær út til at verða størri í ár, enn hon hevur verið undanfarin ár:

-Eg meti tvær orsøkir eru til hægru luttøkuna.

Onnur er, at ongar uttanlandsferðir vera í ár, og hin er, at eingir festivalar v.m. vera í ár. Hetta eigur at vekja ans soleiðis, at kappingarreglurnar eiga at verða broyttar, so tær hóska til nútíðina, sigur Teitur Samuelsen í facebook bólkinum kappróðrarkjak.

 

Flestu manningarnar eigur Havnar Róðrarfelag (11) og næstflestu eigur Klaksvíkar Róðrarfelag (9). Argja Róðrarfelag eigur 8 manningar, og Kappróðrarfelagið NSÍ, Róðrarfelagið Knørrur og Vágs Kappróðrarfelag eiga 7 manningar.

Hinar manningarnar eiga Sørvágs Róðrarfelag (6), Miðvágs Róðrarfelag, Sandavágs Ítróttarfelag, Hósvíkar Róðrarfelag, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (5), ÍF Róðrarfelag og Hvalvíkar Róðrarfelag (3), Tindur og VÍF Kappróður (2) og Skála Róðrarfelag og KÍF Kollafjørður (1).

 

Størsta luttøkan er í barnaróðrinum fyri dreingir (17). Í barnaróðrinum fyri gentur og 5-mannafør við dreingjum ætla 15 manningar sær at luttaka.

Ellivu manningar fara at taka lut í kappingini millum 5-mannafør við gentum og 10 manningar fara at luttaka í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

Sjey 6-mannafør við monnum fara at rógva, fýra 6-mannafør við kvinnum, seks 8-mannafør og tvey 10-mannafør.