Stórur áhugi fyri at leingja bátar

Útróðrarbáturin, Barmur á Eiði, sum gjørdi tað rættiliga gott á útróðri í síðstu viku, er ein av fleiri bátum, sum SD-Beding við Fjøruvegin í Runavík hevur longt. Virkiseigarin, Søren Svenning Danielsen, sigur, at áhugin fyri at leingja bátar er rættiliga stórur

Handverk

Tað er stórur áhugi fyri at leingja glastrevjabátar.
Í fjør longdi glastrevjavirkið, SD-Beding í Runavík, einar átta bátar, og í løtuni hevur felagið sáttmálar um einar 10 bátar aftrat, sum skulu leingjast í hesum árinum.
Søren S. Danielsen, virkiseigari, sigur, at eftirspurningurin eftir at leingja glastrevjabátar er so stórur, at teir í løtuni ikki klára at nøkta eftirspurningin.

Barmur á Eiði
Ein av bátunum, sum SD-Beding hevur longt, er útróðrarbáturin, Barmur hjá Sonna Kallsoy á Eiði.
Hetta er ein íslendskur bátur av slagnum, Gáski, sum var 28 føtur langur. Nú er hann 37 føtur.
Søren sigur, at teir vórðu lidnir við bátin júst til regatta-siglingina í fjør summar.
- Vit hava skilt, at Sonny er væl nøgdur við bátin, sum fekk eitt tríggjar metrar longri dekk, enn hann hevði áður.
Hann sigur, at SD-Beding skar Barm í helvt og setti tveir metrar upp í miðjuna á bátinum. Síðan varð dekkið lyft upp aftureftir og bygt heilt aftur á hekkuna.
- Við umbyggingini gjørdist lastin tvífalt so stór. Barmur kundi undan umbyggingini hava eini seks kør í lastini, og eftir umbyggingina var plass fyri umleið 12 kørum.
Barmur fekk eisini nýggjar slengrikjølar, sum vísa seg at rygga sera væl á at slíkum bátum.

Ber lastina betur
Søren S. Danielsen sigur, at ein bátur, sum Barmur, ið verður so nógv størri, ikki vinnur topp-ferðina, sum hann tekur til.
- Men samstundis ber báturin lastina nógv betur.
Hann sigur, at báturin ein góðan útróðrardag, har veiðan kanska liggur um eini 5.000-7.000 pund, ber lastina nógv betri og gongur skjótari enn fyri leingjanina.
Eigarin av SD-Beding sigur, at teir hava fýra bátar til leingingar í løtuni, og tað tekur einar 4-6 vikur at leingja ein bát  alt eftir, hvussu nógv teir hava at gera á virkinum.
Spurdur, um tað ber til at leingja allar glastrevjabátar, sigur Søren, at tað saktans ber til, og sum heild heldur hann, at hetta er ein góð íløga.
- Eg haldi, at menn eru væl nøgdir við teir bátar, sum vit hava longt, sigur Søren S. Danielsen.
Einir 12 mans arbeiða hjá SD-Beding í Runavík.