Sosialurin veit, at fleiri oljufeløg hava víst Anne Marie brunninum áhuga og okkurt teirra
hevur entá verið í samráðingum við ENI sum fyristøðufelag at sleppa uppí.
Nú Dana er vorðin fjórða felagið í brunninum er tó neyvan hugsandi, at
pláss er til fleiri feløg. Tað er serstakliga góðu jarðfrøðiligu
umstøðurnar í undirgrundini, sum hava vakt ans millum mong oljufeløg.
Jarðfrøðingar úr fleiri oljufeløgum Vinnan hevur tosað við halda, at
júst Anne Marieleiðin goymir lykilin til at finna fyrstu føroysku oljuna.
Áhugavert er eisini at bíta merki í, at ikki so langt frá hesi leiðini,
finst eitt rakstrarverdugt fund á bretskum øki, Cambo, sum mong eygu eru
vend móti í løtuni. Farið verður nevniliga undir at bora enn eina
metingarbrunn har í næstum við boriskipinum Stena Carron, sum í løtuni
borar á Rosebankleiðini. Keldur í oljuverðini halda, at hesin
metingarbrunnurin helst fer at gera av, um Amerada Hess sum fyristøðufelag
fer at taka avgerð um eina útbygging. Vert er eisini at merkja sær, at
Cambo og Anne Marie fara at verða boraðir um nøkunlunda somu tíð. Helst
verður Cambo nakað fyrr.