Stórur áhugi fyri ABBA-audition

Nógv børn eru áhugað í at bjóða seg fram til ABBA-kórið á Summar Festivalinum, og hóskvøldið verður audition í Atlantis í Klaksvík Nógv fólk hava vent sær til Summar Festivalin í sambandi við, at hóskvøldið verður upptøkuroynd til barnakórið, ið skal syngja til stóra ABBA-showið á Summar Festivalinum í august. ABBA The Show hevur brúk fyri barnakóri til tveir sangir, og føroysk børn sleppa at manna kórið á Summar Festivalinum.

 

Øll børn í aldrinum 6 til 10 ár kunnu bjóða seg fram, og eingin tilmelding er. Tað er bara at møta upp í Atlantis hóskvøldið:

 

Børn 6 og 7 ár (fødd í 2002 og 2003) møta klokkan 17.00

Børn 8 og 9 ár (fødd í 2000 og 2001) møta klokkan 18.00

Børn 10 ár (fødd í 1998 og 1999) møta klokkan 19.00

 

Dómarar vera: Steinvør Fonn, Steintór Rasmussen og Unnur S. Fonn

 

Millum 20 og 25 børn verða vald at manna barnakórið hjá ABBA The Show, sum hevur fyrstu sangroyndina, saman við kórleiðara, leygarmorgunin 20. juni kl. 11.00. Næstu venjingarnar vera fáar dagar upp undir Summarfestivalin.