Stórur áhugi fyri a standa á odda fyri kvinnuhúsinum

Seinasta freist at søkja starvið var á midnátt

Tað er stórur áhugi fyri at verða leiðari á Kvinnuhúsinum í Havn.

Leiðarastarvið varð lýst leyst tá ið núverandi leiðari, Elin Reinert Planck, legði frá sær fyri aldur.

Og nú umsóknarfreistin fór, hava tey fingu 27 umsóknir frá kvinnum, sum vilja vera leiðari.

Kvinnuhúsið skrivar á Facebook, at hesar næstu vikurnar fara tey at lesa allar umsóknirnar. Setanarbólkurin er mannaður av umboðum úr nevndini í Kvinnuhúsfelagnum og nevndini í Kvinnuhúsgrunninum. Ætlanin er at hava setanarsamrøður síðst í september, og tær, sum hava søkt, kunnu vænta sær endaligt svar í oktober. 
Í Kvinnuhúsinum fegnast tey um stóra áhugan fyri starvinum og tey siga, at nógvar av umsóknunum eru áhugaverdar.