Stórur hemari

Fríggjadagin 22. mai fingu teir tríggir Bjarki Petersen, Jóhannes Arge og Petur Midjord ein stóran hemara suður úr Kaplinum, sunnan fyri Borðuna, við eini línu upp á 24 húkar.

Talan er um ein hann-hemara, sum vanliga eru minni og viga minni enn hon-hemarar. Hemarin, sum varð tikin upp á Argjum, vigaði 134 kg. Hesin er veiddur við línu, men annars er tað vorðið ein sportur at veiða hemara við tráðu.