Leingi var tað ikki so eyðsýndur munur á liðunum, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ, sum spæla í fyrstu deild, á middegi høvdu vitjan av Giza Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 1-1, men síðstu tjúgu minuttirnar gekk skjótt, og NSÍ vann 5-1.
Tað vóru bara sjey minuttir farnir, tá ið støðan var 1-1. Betuel Hansen, sum var á vøllinum í fyrra hálvleiki, setti hol á, og Tór Højgaard av Skarði javnaði bara tveir minuttir seinni, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk javnt á. So skoraði fíni miðvallarin Mórits Heini Mortensen til 2-1, og so gekk skjótt. Steffan Løkin økti til 3-1 í 69. minutti, eftir at verjan hevði blokerað, tá ið Jann Benjaminsen royndi seg.
Tað restaðu seytjan minuttir, tá ið aftasti maður og liðformaðurin hjá Giza Hoyvík, Teitur Jóanesarson, varð vístur av vølli fyri takling eitt sindur aftanfyri miðstrikuna. Fýra minuttir seinni økti Mórits Heini Mortensen við skoti av brotsteigarmarkinum, eftir at bólturin var lagdur innfyri og stakk útfrá aftur.
Eldri Mortensen beiggin, Jann Martin, staðfesti rimmar sigurin, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Tað var sum at síggja hugflogsríkt Arsenal uppspæl, tá ið bólturin fór millum seks spælarar, áðrenn Mórits Heini setti hann í netið.
NSÍ hevur 23 stig, og Giza Hoyvík hevur átta stig.