Annað hvørt ár verður latin ein serstøk virðisløn í Danmark. Tað er Debutantvirðislønin hjá Klaus Rifbjerg fyri lyrikk. Det Danske Akademi letur virðislønina, sum verður latin einum debutanti, sum innan seinastu tvey árini hevur givið út sítt fyrsta yrkingarsavn á donskum, føroyskum ella grønlendskum.
Higartil er virðislønin einans farin til danskar yrkjarar, men sterku yrkingarnar hjá Sissal Kampmann hava gjørt limunum í danska akademinum so stóran mun, at tey í ár hava avgjørt at geva henni virðislønina.
- Sissal fær virðislønina fyri yrkingarsavnið Ravnar á ljóðleysum flogi Yrkingar úr uppgongdini, sum var ein føroysk bókmentalig sensatión. Í savninum renna saman friður og órógv, tað hvassa og tað óendaligt fína møtast, og vónloysið verður forloyst, skrivar Listin.