Stórur hasjfongur í Danmark

Politiið í danska høvuðsstaðnum, Kjøpinhavn, hevur lagt hald á 243 kilo av hasji í einum garasjubygningi í forstaðnum, Rødovre.

Tveir 34 og 26 ára gamlir menn eru tiknir av politiinum, og í gjárkvøldið blivu báðir varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.

Longu í apríl fekk politiið eitt prei um, at tann 34 ára gamli var veitari av hasji til Pusherstreet í Christiania, og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við málinum.

Politiið legði eisini hald á umleið 100 kilo av hasji á einum bústaði í Rødovre.