Leygardagin verður stóri dagurin í føroyskum badminton, borðtennis og judo. Tá verða nevniliga føroyameistararnir funnir í hesum trimum ítróttargreinunum.
Eins og undanfarin ár, so ganga hesar tríggjar ítróttargreinar saman um ein felags FM-dag, har finalurnar verða avgreiddar undir sama taki. Aftur í ár verður sokallaði stóri FM-dagurin í høllini á Hálsi í Havn.
Innleiðandi kappingarnar í teimum trimum ítróttargreinunum verða spældar í kvøld og í morgin, men finalurnar bíða til leygardagin, har nógv verður gjørt burturúr.
In.fo verður á staðnum og skrivar frá tiltakinum leygardagin, og Kringvarp Føroya vísir finalurnar beinleiðis frá kl.13.00. Skráin fyri FM-finaludagin sæst omanfyri.