Stórur fagnaður á Vestara Áarbakka

Frøin var stór á Vestara Áarbakka og í Gazageiranum, tá ST-aðalfundurin í kvøld samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heiomsfelagsskapinum.

Í Ramallah á Vestara Áarbakka var fagnaðurin óførur. Vesturlendsk tíðindafólk, sum eru í býnum, siga, at tað er serliga tað unga fólkið, sum er fegið um samtyktina hjá ST, meðan tað eldra ættarliðið væntar sær ikki so nógv burtur úr samtyktini.

138 lond atkvøddu fyri, níggju atkvøddu ímóti, og 41 lond greiddu ikki atkvøðu.

Týskland, Bretland og Avstralia vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, Kanada og Ísrael atkvøddu ímóti. Norðurlond atkvøddu fyri.

Ísraelski ST-sendiharrin, Ron Prosor, segði í kvøld, at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina í Miðeystri. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, Susan Rice.