Stórur fagnaður í Norðdepli

Í dag og í morgin verður hildið fram við at hátíðarhalda 150 ára føðingardagin

Veðrið hevur spælt við, nú tey í hesum døgum í Norðdepli hátíðarhalda, at tað eru 150 ár síðani, at fyrstu fólkini settu seg niður í Norðdepli ella á Oyrini, sum staðið verður nevnt av teimum lokalu.

 

Tað hevur verið hátíðarhald undanfarnu dagarnar og góðveðurskvøldini, tá ið tað eitt nú hevur verið skipað fyri útispølum, sum tað plagdi at vera vanligt at spæla. Hetta hevur verið á sama stað, sum børnini plagdu at spæla, og áhugin hevur verið stórur millum bæði stór og smá.

Bygdarfólkið og kommunan hava lagt stóra orku í at pussa og snáka. Í morgun verður lagt fyri við morgunmati í tjaldinum, og so verður tað hildið á mest sum út í eitt til sunnukvøldið.

Bók og filmur um bygdina eru eisini løgd fram í hesi vikuni.

 

Millum tiltøkini í dag eru ódnartøk í kappróðri, sum vera klokkan 14. Startmálið er dygst undir byrgingini, og so verður róð suður eftir.

Seint seinnapartin vera allar dyr víðopnar í bygdini. Øll eru væl komin á gátt. Seinni verður tónleikur, leikur, dansur og fýrverk.

Sjálvur 150 ára føðingardagurin er í morgin. Klokkan 14 verður fólkafundur, og tá verður minnissteinur avdúkaður, ið minnir á tey fyrstu, sum settu seg niður á hesum plássinum fyri hálvt annað hundrað árum síðani.