Stórur fólkaskúlafundur í Miðlahúsinum

Fokus verður sett á fólkaskúlan

Øllum kunnugt eru stórar rembingar um fólkaskúlan í hesum døgum. Tann yvirornaði breiði spurningurin er: ”Er fólkaskúlin nóg góður”? Tá ið svarið frá nógvum síðum tykist at vera nei, er annar spurningur sera relevantur: ”Skulu fólkaskúlin og Mentamálaráðið sjálvi gera neyðugar tillagingar, ella skulu onnnur koma aktivt inn á økið”? Her verður m.a. hugsað um: skulu børn í skúla 6 ára gomul, frískúlar (”privatskúlar”) og um at leggja skúlan út til kommunur at reka.

Evnið er sum vera man umfatandi og neyvan ber til at koma út í allar krókar. Men Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur kortini sett sær fyri at taka hetta stóra mál upp á almennum tjakfundi.


Hann verður týskvøldið 28. november kl. 20 í Miðlahúsinum í Vágsbotni við stuttum framløgum frá einum paneli umboðandi fólkaskúlan, dagstovnar, Mentamálaráðið, kommunurnar, Løgtingið og Vinnuhúsið. Orðið er so eisini fritt.

Tey, sum manna pallborðið, eru:

Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla.
Gudrun W. Rasmussen, dagstovnaleiðari,Vinnuhúsið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunusamskipan Føroya.
Olaus Jespersen, deildarleiðari, Mentamálaráðið.
Andrias Petersen løgtingsmaður, formaður í mentanarnevndini.

Orðstýrari: Óluva Zachariasen