FRAMTÍÐARSJÓNIR - Vindar sveiptir í gomlum sirmi ella framsøkni. Hetta er heiti á fólkafundi, sum verður í Gøtu sunnudagin.
Fólkafundur verður í Gøtu sunnudagin 7. juni kl. 15. Hann verður hildin í Norðragøtu, við standmyndina av Tróndi í Gøtu. Skráin er henda:
Sálmurin ?Givnir eru einglar góðir? verður sungin.
Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi, flytir fram røðu.
Carl Jóhan W. Jensen, rithøvundur, ber fram yrkingar.
Kári á Rógvu, løgtingsmaður, flytir fram røðu.
Lív Næs og Niels Midjord syngja og spæla.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, flytir fram røðu.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, flytir fram røðu.
Tjóðsangurin verður sungin.
Møguleiki er fyri at síggja fornminnini í hesi søguligu bygd, og húsini hjá Gøtu Fornminnisfelag vera opin undir og eftir fólkafundin.










