Stórur endabrestur í fótbóltinum

Mikudagurin 21. november man vera ein tann størsti føroyski fótbóltsdagurin nakrantíð. Føroyar skulu í dag spæla tveir landsdystir ímóti Italia, sum á sumri í 2006 vann heimsmeistarakappingina, sum varð spæld í Týsklandi.

Tað ber til at verða eygnavitni til báðar landsdystirnar, sum verða varpaðir í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Klokkan 13 í dag fer føroyska U21 landsliðið at spæla á Tórsvølli ímóti italska U21 landsliðnum. Tá fara slovakar at hava ábyrgdina av, at alt fer at ganga fyri seg sambært ásetingunum.

Mario Vlk verður dómari, og hjálpardómarar verða Tomas Somolani og Milan Palusak. Fjórði dómari verður Miroslav Fajcik.

Klokkan 20.30 italska tíð, sum er klokkan 19.30 føroyska tíð, fer a-landsliðið undir eina ta størstu avbjóðingina, sum liðið nakrantíð hevur staðið yvirfyri.

Á Alberto Braglia leikvøllinum í Modena skulu Føroyar spæla ímóti italsku heimsmeistarunum, sum saman við 20 túsund áskoðarum á fullsetta stadion fara at fagna, at tað leygardagin eydnaðist Italia ? við 2-1 sigri á Skotlandi á Hampden Park í Glasgow ? at tryggja sær pláss í EM endaspælinum, sum í juni 2008 verður í Sveis og Eysturríki.

Dómari verður Florian Meyer úr Týsklandi. Landsmenn hansara á síðulinjunum verða Kai Voss og Thorsten Schiffner, og Michael Weiner verður fjórði dómari. Dómaraeygleiðarin úr Slovenia eitur Milovan Nikolic.