Tvey av teimum gomlu, søguríku húsunum í miðbýnum í Reykjavík eru illa farin av eldi, sum kyknaði í fyrrakvøldið. Løgreglan heldur, at eldurin kyknaði í einari kiosk, sum var ímillum tvey av teimum gomlu húsunum.
Annað húsið, sum var í Austurstræti 22, kolaðist upp. Tað varð bygt í 1801 og var søguríkt, tí tað var har, Jørundur Hundadagskongur helt til ta stuttu tíðina, hann ráddi fyri borgum í Íslandi.
Borgarstjórin í Reykjavík, Vilhjálmur Vilhjálmsson, hevur longu boðað frá, at tey bæði gomlu húsini verða endurreist.
Millum 80 og 100 sløkkiliðsmenn stríddust við eldin í gjárkvøldið og langt út á náttina.










