Stórur eldur í Bergen

Stórur eldur hevur herjað í Bergen í nátt. Løgreglan fekk boðini kl. 4:15 í nátt. Eldurin kyknaði í einum handli, sum fyrr hevur verið brúktur sum fiskakjallari. Tað var nógvur roykur at síggja í Bergen í dimmalættingini.

Sløkkiliðið fekk tamarhald á eldinum um 7-tíðina í morgun. Fýra gamlir bygningar hava fingið stóran skaða.

52 sløkkiliðsmenn vóru við í sløkkiarbeiðinum, harafturat fingu teir hjálp fra norsku verjuni, 5 skip vóru eisini við í sløkkiarbeiðinum

Hildið verður ikki, at nakar er saknaður, ella at nakar hevur fingið stóran skaða, skrivar VG.no