Stórur eiturkoppur nú í Føroyum

Sí uppstøku her.

 

Sunnudagin 14. juli kom Judit Højgaard fram á hendan stóra eiturkoppin, sum hjúklaði um reiðri hjá sær, meðan ungarnir vórðu klaktir.

Upptøkan er síðani send Jens-Kjeld Jensen, sum á síni heimasíðu staðfestir, at talan er um Pisaura Mirabilis, ella vanligan veiðieiturkopp.

Hesin er tann fyrsti av sínum slag, sum er skrásettur í Føroyum, og kann gerast – uttan at beinini er tikin við – upp í 15 mm. Teir eru brúnir av liti, vit litfagrari strípu eftir rygginum. Kroppurin er avlangur og beinini somuleiðis long.

Vanligu veiðieiturkopparnir trívast mestsum allastaðni frá havum, í slevju eins og á turrum, við vatn og í trøum. Hann verður oftast sæddur í eini helling, sum vendir suðureftir og fær sól á seg. Hesir eru vanligir í Danmark, og síggjast oftani frá apríl til juli.

- Hann er nokk komin til Føroyar við vøru, skrivar Jens-Kjeld Jensen á heimasíðuni.

Eiturkoppurin skal ikki eitast at vera áloypandi mótvegis menniskjum, tó at honirnar kunnu fara í verjustøðu, tá ið hon reiðrast. Um onkur ger seg inn á reiðri, kann hon bíta viðkomandi, og hóast tað ikki er vandamikið, sigst bítið vera rættiliga stórt og pínufult.

Sí upptøkuna hjá Judit Højgaard av eiturkoppinum niðanfyri.

<iframe width="1228" height="691" src="https://www.youtube.com/embed/9XXWlp0iGBg" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>