Stórur eftirspurningur eftir Insignia

Opel hava sett eyka vakt inn fyri at kunna framleiða nokk av nýggja Insignia. Í eini tíð har nógvar bilverksmiðjur noyðast at steðga bilframleiðsluni í eitt tíðarskeið, tí tær ikki sleppa av við sínar bilar, hendir akkurát tað øvugta á Opel verksmiðjuni í Rüsselheim í Týsklandi.

Bert fáar vikur eftir at nýggi Opel Insignia kom á marknaðin, er eftirspurningurin so stórur eftir bilinum, at teir hava sett eina eyka vakt inn fyri at kunna framleiða nokk av bilum.

Bara í Týsklandi hava bilasølurnar fingið meira enn 10.000 bíleggingar upp á Insignia.

Opel Insignia er kosin Ársins bilur í Evropa 2009.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum