Stórur eftirspurningur eftir ferðum til Føroya

– Vit hava sæð stóran eftirspurning eftir ferðum til Føroya.

 

Tað sigur Mariam Skovfoged, marknaðarfólk hjá skandinaviska flogfelagnum SAS.

 

– Vit halda veruliga, at marknaðurin hevur pláss fyri báðum flogfeløgunum.

 

– Føroyar eru eisini eitt vældámt ferðamál, og júst hetta fer uttan iva at føra til, at fleiri ferðafólk koma til Føroya, sigur Marian Skovfoged, sum eisini heldur, at hetta fer at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Mariam Skovfoged.