Stórur eftirspurningur eftir Coldplay

Tá stakfløgan ?Violent Hill? í gjár kundi takast niður ókeypis, breyt heimasíðan hjá bólkinum niður.

Eftirspurningurin eftir nýggja tónleikinum hjá Coldplay er sera stórur, og hetta gjørdist enn týðuligari, tá bólkurin í gjár legði tónleikin á alnótina.

 

Ein talsmaður hjá bólkinum hevur fortalt gigwise.com, at trýstið, ið kom, av at lagið varð tikið niður so ofta, fekk alt at ganga sera seint fyri seg á heimasíðuni teir fyrstu 40 minuttirnar.

 

Lagið var lagt út í gjár kl. 12.15, og tað vóru fleiri, ið vildu vera fyrst við nýggja lagnum. Trupulleikin varð tó skjótt fingin í rættlag aftur, og www.coldplay.com útvegar nú sangir við vanligari ferð.

 

?Violent Hill? er fyrsta stakfløgan frá komandi fløguni ?Viva La Vida?, ið kemur út 12. juni.