- Vit vóna, at vit innan fá ár kunnu verða fremstir innan intima kosmetik røkt í heiminum, sigur Hans Fróði Hansen, sum er ovfarin av veksandi eftirspurninginum. Eftirspurningurin eftir BYB-vøruni (Below Your Belt) er sera stórur og Hans Fróði Hansen, sum er maðurin aftanfyri, sigur, at tey veruliga hava trupulleikar vid at klára eftirspurningin til síni mongu viðskiftafólk uttanlands.
- Hetta er sera positivt fyri okkum. Ein av orsøkunum til, at eftirspurningurin er vorðin so stórur, er, at BYB er ein niche-vøra, sum ikki hevur nakra beinleiðis kapping á altjóða kosmetik marknaðinum.
Hans Fróði Hansen sigur, at avtala júst er gjørd við stóra fyritøku í Hálandi sum eisini kemur at selja BYB í Belgiu og Luxemburg.
- Hetta er ein sera spennandi avtala, sum er komin í lag og sum skjótt kann skapa stór og spennandi tøl, leggur hann aftrat.
Hans Fróði Hansen sigur við Portalin, at nú eru tey farin í holt við at finna íleggjarar til BYB, so fyritøkan klárar at bera veksandi eftirspurningin.
- Vit vóna, at vit innan fá ár kunnu verða fremstir innan intima kosmetik røkt í heiminum, sigur Hans Fróði Hansen.