Hóast teir seinna partin av 2. hálvleiki hava verið undirmannaðir, so hava fuglfirðingar bitið frá sær, men tá ið alt kom til alt vann NSÍ 3-2.
Stutt fyri leiklok javnaði ÍF til 2-2. Málskjútti hjá ÍF var Bartal Eliasen. Óli Hansen legði eftir innlegg NSÍ framum aftur 3-2, og í evstu løtu misnýtti ÍF brotsspark. Bólturin varð sendur í tvørtræið.










