Stórur dagur í Vágum

Í dag eru 20 ár liðin, síðan fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog setti seg á flogvøllin í Vágum. Í hesum sambandi verður stór móttøka í hangarinum hjá Atlantsflog í dag kl 15 Tað var tann 28. mars í 1988, at fyrsti túrurin hjá Atlantsflog var millum Føroyar og Danmark.

Fyrstu árini var Heri Mortensen á Tvøroyri stjóri. Í 1995 tók Magni Arge við, og hevur hann sostatt verið tann drúgvasti stjórin higartil.

Samstundis sum føðingardagurin verður hildin, verður Atlantsflog kosið Ársins Lærupláss 2007 innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Tað er Teknisk Erhvervs Center í Danmark, sum stendur fyri kjósingini.

- Eg eri sera fegin um hetta herðaklappið til tekniska arbeiðsplássið hjá okkum. Hetta er eitt herðaklapp av dimensiónum til William Smith og Remi Hansen og teirra fólk, sigur Magni Arge.

Heiðurin frá TEC verður latin á móttøkuni seinnapartin.