Í morgin verður tann nýggja Hoyvíkar kirkja vígd. Hetta hendir við eina hátíðargudstænastu kl. 11, og sum verður bæði útvarpað og sjónvarpað beinleiðis umvegis Kringvarpið.
Roknast kann við nógvum fólki til vígsluna, og tí verða dyrnar lætnar upp kl. 10 á morgni.
Tey sum kortini ikki rúmast inn í kirkjuna til vígsluna kl. 11, fáa møguleikan aftur kl. 18, tá ein gudstænasta við altargongd verður.
Fyrstu tíðina verða somu prestar í starvi við kirkjuna, sum nú starvast við Dómkirkjuna.