Eitt sindur seinkað var móttøka í terminalinum hjá Vága Floghavn seinnapartin. Eitt grovt kavaæl gjørdi, at vøllurin mátti reinsast enn einaferð, og tí fekk flogfarið, sum eisini hevði útlendskar gestir við til móttøkuna, ikki lent til tíðina.
Klokkan 14.10 lendi flogfarið tó, og einar 15-20 minuttir seinkað kundi móttøkan so byrja. Og nógv f+olk var samankomið til hátíðarhaldið, sum varð hildið í fráfaruhølunum í terminalinum.
Tað var Kitty Mai Ellefsen, nevndarformaður fyri Vága Floghavn, sum fyrst bjóðaði vælkomin, áðrenn Johan Dahl, vinnumálaráðharri helt røðu.
Eisini Bjarni Askham Bjarnason, nevndarformaður hjá Altantsflog, helt røðu.
Stjórin á flogvøllinum, Finnbogi Niclasen, segði eisini nøkur orð, einsa og umboð fyri ISAVA, sum er íslendska flogverkið, helt røðu.
At enda segði Christian Andreasen sum umboð fyri J&K Petersen nøkur orð, áðrenn hugnaliga løtan endaði við Vága Sangkóri, ið sang nøkur løg.
Eftir móttøkuna koyrdu bussar ut á flogvøllin, so fólk við egnum eygum kundu síggja útbygdu flogbreytina.
Síggið annars myndafrásøgnina hjá Jens Kristian Vang undir greinini.