Stórur dagur hjá Kyndli

Fríggja- og leygardagin hátíðarhelt hondbóltsfelagið Kyndil fyrstu hálvu øldina, sum felagið nú hevur lagt aftur um bak

Føðingardagur

Við stórari móttøku í Müllers Pakkhúsi markeraði Kyndil 50 dagin. Stór myndasýning var sjálvandi ein av aðaltættunum á móttøkuni, og tað var ikki sørt, at fólk sýndu mongu myndunum stórt forvitni.
Fløguútgáva varð eisini á skránni, eins og tað sjálvandi var upp á sítt pláss, at heiðurslimir vórðu útnevndir. Teir tríggir, sum fingu hendan heiðurin, vóru Torbjørn Mikkelsen, Hannis Jacobsen og Jógvan A. Joensen. Allir tríggir hava teir verið millum grundstuðlarnar hjá felagnum hesa hálvu øldina, og valið av teimum trimum mundi fella í góða jørð hjá teimum mongu, sum vóru til staðar til móttøkuna.
Leygarkvøldið var so stór føðingardagsveitsla hildin fyri limum og øðrum innbodnum. Partur av veitsluni var at finna fram til bestu spælararnar hjá mans- og kvinnuliðnum í ár. Valið fall her á málverjann Lars L. Black og Jórun S. Ludvig.