– Eg ynskti so hjartaliga, at vit fingu stig í dag, og tað er fantastiskt, at tað eydnaðist, er fyrsta viðmerkingin hjá Brian Kerr.
Venjarin úr Írlandi hevur ættarbond í Norðurírlandi, og hann visti, at fleiri í familjuni og vinarskarðanum hugdi at dystinum.
– Tí var tað serliga umráðandi, at eg ikki stóð sum tapari. Hetta úrslitið er sera týdningarmikið fyri meg, sigur Kerr.
Hetta var møguleikin
Brian Kerr er fegin um, at Føroyar fingu stig í einum av teimum fýra dystunum, sum eru spældir í undankappingini í ár.
– Málið var í øllum førum at fáa eitt stig. Vit kundu havt tvey, ella fýra stig, um vit hildu tørn í Estlandi, sum var mín ræðuligasta fótbóltsuppliving nakrantíð. Men vit rukku minsta málinum, og tað eri eg nøgdur við, sigur Brian Kerr, sum greiddi spælarunum frá undan dystinum, at líkindi vóru stór fyri, at teir fingu stig, um teir komu væl frá uppgávuni.
Landsliðsvenjarin er serliga fegin um avrikið hjá føroyingunum.
– Leikliga eru vit væl við. Vit stríðast veruliga fyri tí, og vit prógva, at um tú gevur alt, sum tú eigur, so kemur tú eisini langt, sigur landsliðsvenjarin.