Um hetta hugnakvøldið í Vestmanna skal lýsast stutt, so kann ikki annað sigast enn, at 130 konur flentu í kíki alt kvøldið.
Lagt varð upp til eitt av teimum heilt góðu hugnakvøldunum í miðhøllini í Vestmanna skúla. Borðini vóru vakurt dekkað og matskráin bjóðaði upp á fiskasúpan og ís omaná.
Erla Olsen er kórleiðari, og hon sigur, at tá tey fóru at hugsa um, hvat tey skuldu eta, tá hugsaði hon við sær sjálvari, at altíð er tað kjøt ella salat.
? Tí helt eg, at ein fiskasuppa hevði verið minst líka góð, og tað vísti seg eisini at verða vælumtókt, sigur hon.
Tað vóru ikki bara konur úr Vestmanna í skúlanum hetta kvøldið. Tær komu eisini úr Havn og úr Kvívík. Og tær fingu hugna og látur fyri allar pengarnar.
Martin Joensen var har og sang nakrar av sínum kendu sangum. Eisini høvdu fyrireikararnir útvegað sær bindiklubbasangir úr Suðuroy og Norðoyggjum, og tað varð sungið av øllum lívsins kreftum.
Mitt í øllum fór Erla upp á pallin og segði, at nú fóru tær at fáa vitjan av einum bindiklubba uttanífrá. Hon segði seg onki kenna til tær, og at tær høvdu ikki teknað seg til. Og so byrjaðu tær at koma ein og ein, júst sum tá konur hittast til ein vanligan bindiklubb. Men tað vardi ikki longi, fyrr enn láturin var um at fáa takið á skúlanum upp frá. Tí beinanvegin sást, at hetta vóru menn ílatnir kjólar og parykk.
Teirra framførsla av einum bindiklubba var sera góð. Og til tíðir hoyrdist nóg illa, hvat teir søgdu, tí konurnar flentu so nógv og hart.
Men har var nógv lokalt skemt, og uppaftur skemtiligari fyri konurnar av tí sama.
? Tað var sera stuttligt at hoyra menninar tosa okkara bindiklubbaprát um eitt nú, hvussu torført tað er at sleppa út hetta eina kvøldið um vikuna til bindiklubb, tí menninir eru so nógv úti, greiðir Erla frá og flennir so hjartaliga samstundis.
Afturvendandi
Bindiklubbakonurnar í Vestmanna hava hits einaferð fyrr, men tá var tað so gott sum bara í Vestmanna. Hesuferð vóru konur úr Havn og úr Kvívík eisini við. Og harafturat vóru eisini pensionistar bodnir við eisini.
? Eg hugsaði við mær sjálvari, at tað tykist sum tað ongantíð er nakað skemtiligt fyriskipað fyri pensionistunum. Altíð eru tað fyrilestrar ella okkurt líknandi. Men eg meini so við, munnu pensionistarnir ikki hava fingið ov mikið av fyrilestrum gjøgnum alt lívið? Tey skula eisini sleppa at flenna og stuttleika sær, og tað gjørdu tær eisini, tað er púra vist, greiðir Erla frá. Og hon heldur fram, at ein teimum hevði sagt við seg aftaná, at so nógv hevði hon ikki flent alt lívið, og hon fór helst heldur ikki at flenna so nógv aftur.
So Erla og hinir fyriskipararnir kunnu fegnast um, at allar konurnar lótu avbera væl at kvøldinum.
? Eg kann ímynda mær, at hetta kann fara at verða eitt afturvendandi tiltak. Vit hava í øllum førum longu fingið fleiri áheitanir um at skipa fyri onkrum líkandi aftur longu í heyst, men nú fáa vit at síggja, sigur Erla Olsen at enda.










