Stórur bilafestivalur verður á Toftum

Vikuskiftið, 16.-18. apríl, fer B68 á Toftum at skipa fyri Føroya størsta bilatiltaki, har alt, sum hevur við bilar og akfør at gera, verður fagnað á Svangaskarði.

 

Á tiltakinum fara bilasølur, eykalutasølur, dekksølur, akkumulatorsølur, tryggingarfeløg, fíggingarstovnar, handlar sum selja skutarar, súkklur, motorsúkklur og fyritøkur annars, sum hava veitingar til akfør, at vísa fram sínar vørur og tænastur.

Stóra tiltakið fer fram á fótbóltsvøllinum og rennibreytini á Svangaskarði.

Eitt stórt tjald á umleið 600 fermetrar verður eisini sett upp, og her fara ymiskir veitarar við alskyns vørum at sýna fram. Í tjaldinum verður eisini kaffistova og okkurt lætt til matna, og meðan tiltakið er, bjóðar B68 góðar umstøður við spæliplássi og leikalandi við fótbóltsvøllin.

Ellisakfør og motorsúkklur fara eisini at seta sín dám festivaltiltakið.

B68 sigur í tíðindaskrivi, at tvey pallborðsorðaskifti við hugnaligum dámi eisini verða fyriskipað í tjaldinum og evnini, sum her verða til umrøðu, eru -

1) Elbilar kontra vanligar bilar

2) Píkadekk ella ikki-píkar

- Bilasølunum stendur í boði at hava umboð við í hesum kjaki, sum eisini verður stroymt beinleiðis á netinum, so øll, ið hava áhuga, kunnu fylgja við.

B68 ætlar eisini, at ymiskt tónleika-og sangundirhald skal verða á Svangaskarði, tá bilafestivalur er, eins og høvi skal verða at keypa sær ein leskiligan festivalbúff við góðum afturvið beint av grillini.

- Rættiliga nógv verður gjørt burtur úr stóra tiltakinum, og vit bjóða eisini luttakandi at gista í 3-manskømrum á Svangaskarði við brúsu og mati umframt atgongd til fitness og svimjihyl, sigur B68 í tíðindaskrivi í dag.

##med2##