TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 8. september kl. 14.00 skipa næmingar á Læraraskúlanum fyri barna - og familju tiltaki á grasvøllinum á Frælsinum. Á skránni verða neytalortakapping, køkutombola, klintriveggur, hoppiborg, togtogan, posarenning, seymsláing og onnur smáspøl. Kl. 15.00 verður eitt lamb í heyst selt á meksikanskari uppboðsølu. Nøkur av tiltøkunum verða ókeypis. Eisini ber til at keypa sær ein kaffimunn, saft og køkur. Peningurin, ið kemur inn av tiltakinum, verður brúktur til námsferð til Róm seinni í heyst.









