Stórur banki repar seglini

Tað er ikki bara Eik, sum letur deildir aftur og sigur fólki upp fyri at spara rakstrarútreiðslur. Somu boð eru í dag komin frá bretska Lloyds-bankanum. Bankin sigur, at talið á deildum uttan fyri Bretland verður skert eina helvt, soleiðis at bankin fer at hava deildir í 15 londum aftur ímóti 30 nú.

Tiltøkini gera, at umleið 15.000 fólk missa arbeiðið. Frammanundan er starvsfólkatalið minkað umleið 40.000 síðani 2009.

Við teimum nýggju broytingunum roknar Lloyds-bankin við at spara 1,5 milliard pund um árið tey næstu trý árini.

Bretska ríkið eigur 41 prosent av Lloyds-bankanum, og bankin var ein av teimum, sum fekk hjálp frá tí almenna, tá altjóða fíggjarkreppan tók seg upp.