Stórur aktivitetur í Real Madrid

Tað hevur verið ein hendingarríkur dagur í spanska stórfelagnum Real Madrid. Innan síðsta døgnið hevur felagið nevniliga tryggja sær tveir nýggjar leikarar, meðan ein leikari er farið í annað felag.

 

Arjen Robben, sum leingi hevur verið ávegis til Real Madrid, er nú endiliga skiftur. Hann hevur verið ígjøgnum ta obligatorisku læknaroyndina, og tí er hann klárur í Madrid.

 

Robben er tó ikki einasti leikarin, sum skiftir til Real Madrid. Fyrrverandi Manchester United-verjuleikarin, Gabriel Heinze, hevur nevniliga eisini valt at halda fram í Real Madrid. Heinze var leingi á veg til Liverpool, men tá hetta skifti ikki kundi lata seg gera, so meldaði Real Madrid seg brádliga í kappingina. Samráðingarnar í millum Real Madrid og Manchester United gingu skjótt, so nú skal Heinze umboða Real Madrid komandi kappingarár.

 

Ein leikari er tó eisini farin úr felagnum. Real Madrid hevur nevniliga valt at selja brasilska høgra bakkin, Cicinho, til AS Roma.