Eftir vónbrotið á Tvøroyri fyri viku síðani reisti AB seg rættuliga á útivølli ímóti EB/Streymi í dag. AB vann 6-0, og spælandi venjarin, Allan Mørkøre, átti stóran leiklut. Hann skoraði trý mál.
Tummas Hans Rubeksen setti hol á longu í 3. minutti, eftir at málverjin og verjuspælari hjá heimaliðnum høvdu runnið inn í hvønn annan.
Fimm minuttir seinni var Allan Mørkøre leysur úr høgru, tá ið hann økti. So royndi unga heimaliðið at fóta sær, men teir fingu sum vátan vøtt, tá ið hálvur tími var farin. Dómarin metti, at Bartal Hermansen brúkti neyðbremsuna ímóti Tróndi Sigurðsson og bríkslaði fyri brotssparki og vísti reyða kortið.
Allan Mørkøre umsetti væl úr ellivu metrum, og tveir minuttir seinni økti Kenneth Jacobsen til 4-0 eftir eitt sindur av aftur og fram.
Tveir minuttir eftir steðgin økti Allan Mørkøre til 5-0 við langskoti, og lítið korter fyri leiklok staðfesti Tummas Hans Rubeksen tenniseggið, tá ið hann eftir eitt tvey samanspæl við Trónd Sigurðsson setti bóltin í málið.