Stóru liðini spæla við Stórá

B36 vann 3-1 ímóti TB, sum við nógvum nýggjum fólki tykist hava fingið fatur í rætta endanum

Tað er nógv fótbóltsferðsla í Suðuroy. Síðsta vikuskifti var KÍ á venjingarlegu í Marghøllini í Vági. Venjingarlegan endaði við venjingardysti ímóti TB, sum vann 3-1.

Hetta vikuskiftið var B36 á venjingarlegu í Marghøllini í Vági. Venjingarlegan endaði við venjingardysti ímóti TB, sum B36 vann 3-1 eftir málleysan fyrra hálvleik

Seinni í mánaðinum fer HB suður til Suðuroyar á venjingarlegu í Marghøllini, og tá verður aftur endað við dysti við Stórá í Trongisvági ímóti TB.

TB hevur nýggjan venjara, og í dag vóru fýra nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu, umframt at onkur annar nýggjur varð skiftur inn. Tað sær út til, at spælið hjá TB riggar bara heilt væl, tá ið havt verður í huga, hvussu stutt síðani tað er, at venjarin og spælararnir hittust og av álvara fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

Hjá B36 var Sonni Ragnar Nattestad aftur í dag í miðverjuni – undir liðini á Bjarna Petersen – og Andrias H. Eriksen var vongverji í høgru.

Innskifti Eli Flakvard Nielsen legði í seinna hálvleiki B36 framum 1-0, Árni Frederiksberg økti um B36 leiðsluna, Rasmus Møller minkaði um munin til 1-2, og Árni Frederiksberg varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 3-1 B36 sigurin.