Nú 11 umfør eru leikt í landskappingini í 1. deild, er Rógvi Jacobsen úr HB á odda á toppskjúttaralistanum við níggju málum, eitt meiri enn landsliðsfelagin Súni Olsen úr GÍ.
Góðir viðleikarar gera tað lætt
Rógvi Jacobsen sigur, at tað er lætt at verða so ovarlaga á málskjúttaralistanum, tá ið man hevur so góðar viðleikarar, sum hann hevur í HB. - Eg haldi, at eg havi skorað sjey av mínum níggju málum við høvdinum, og høvuðsorsøkin til tað er, at vit í Jákupi á Borg og Heðin á Lakjuni hava tveir framúr góðar vengur, sum leggja eina rúgvu av góðum innleggum, sum tað er lætt at senda í mál, sigur Rógvi Jacobsen.
Klaksvíkingurin sigur, at hann einaferð áður hevur ligið so mikið ovarlaga, og tað var í 1999, tá ið hann var við til at vinna greipuna við KÍ. - Tá lá eg einaferð á odda við sjey málum, men tá var kappingin ikki komin so mikið langt, sum hon er nú, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at upprunaplássið hjá Rógva Jacobsen er á miðvøllinum, men í HB hevur hann seinnu árini fyri ein stóran part verið nýttur sum áleypari, og tað hevur hepnast væl. Rógvi sigur sjálvur, at hann altíð av og á hevur leikt heilt har frammi, og hann sigur seg stórtrívast sum áleypara. - Mær dámar sera væl at leika heilt har frammi, og eg haldi, at mín styrki er heilt inni í málteiginum, sigur Rógvi Jacobsen.
Ísland lokkar
Spurdur, hvussu verður komandi ár, nú tað er greitt, at teir allarflestu av leikarunum hjá HB halda fram í felagnum, sigur Rógvi Jacobsen: - Eg veit einki enn. Eg taki tað, sum tað kemur, men eingin avgerð verður tikin enn, sigur hann.
Formaðurin hjá íslendska meistaraliðnum KR hevur alment sagt, at teir fegnir vilja hava Rógva til felagið, og fyrr í ár hoyrdi Rógvi okkurt frá felagnum, uttan at nakað tó spurdist burturúr. Rógvi sigur tó, at hann gott kundi hugsað sær at roynt eydnuna uttanlands, og hann heldur Ísland ljóðar lokkandi. - Eg meti, at tað hevði passað væl til mín at spælt í Íslandi, tí har er talan meiri um fysiskan fótbólt heldur enn poleraðan fótbólt, og tað riggar óivað betur til mín, sigur landsliðsleikarin, sum altso er toppskjútti í føroyskum fótbólti, nú ellivu umfør eru farin aftur um bak.