Ajax Keypmannahavn var yviri á Fjóni og spældi imóti stórliðnum, GOG Svendborg TGI, og gjørdist talan um veruligt sorl. GOG Svendborg TGI vann heili 37-23, og varð talan um veruligan klassamun. Heini Hanusarson kom ikki á talvuna í dag. Ajax Keypmannahavn er næstniðast í CBB Mobil Liguni, sum besta hondbóltsdeildin hjá monnum verður nevnd í Danmark. Ajax hevur 4 stig aftaná 8 dystir. Næsti dystur hjá Ajax verður 7. november ímóti KIF Kolding.