Stórtap hjá rækjutrolara eftir skriviborðsfeil

Tað hevur kostað norska trolaranum Remøy hálva millión krónur um dagin, at norska Fiskimálaráðið gloymdi eitt flugubein.

Norski rækjutrolarin Remøy hevur ligið í Murmansk síðani 10. mai.

 

Orsøkin er, at norska Fiskimálaráðið gloymdi at seta eitt flugubein í kassan, sum vísir, at skipið hevur lov at fiska eftir rækjum í russiskum sjógvi. Russiska sjóverjan tók skipið og førdi tað til Murmansk. Kringvarp Føroya hevur fylgt málinum.

 

Í dag slapp skipið og teir seinastu av manningini so úr Russlandi og norskir miðlar skriva nú, at hetta hevur kostað reiðarínum eina hálva millión norskar krónur um dagin. Hetta er metta virðið á veiðuni, teir høvdu fingið hesar dagarnar, teir í staðin hava ligið við kai.

 

Hóast skipið nú er á veg til Tromsø, so er málið ikki liðugt og væntandi verður eitt rættarmál í desembur. Tá er vandi fyri, at reiðaríið fær eina bót fyri ósketni hjá Fiskimálaráðnum. Kunningarleiðarin í norska reiðarafelagnum Fiskebåt sigur, at reiðaríið enn ikki hevur tikið støðu til, hvørt tað fer at reisa eitt endurgjaldskrav móti norsku stjórnini.

 

17 mans vóru umborð á Remøy, tá hann varð tikin. Níggju teirra sluppu heim 26. mai. Sambært Kringvarpi Føroya ertu tríggir føroyingar mynstraðir við Remøy.