EB/Streymur/Skála hevur í dag spælt fyrsta dystin í Champions League kappingini. Úrslitið bleiv ein lemjandi ósigur á 9-0 móti BIIK Kazygurt úr Kasakhstan. Støðan í hálvleikinum var 6-0.
Longu aftaná eitt korter hevði Gulnara Gabelia skorað hattrik og lagt Shymkent á odda 3-0. Hon skoraði samanlagt fimm mál í dystinum. Eitt sindur sermerkt, at øll fimm málini komu í fyrra hálvleiki.
Føroyska meistaraliðið er eisini í bólki saman við PK-35 Vantaa úr Finnlandi, og Flora úr Estlandi. Leygardagin verður spælt móti PK-35 Vantaa og triði og seinasti dysturin í bólkaspælinum verður týsdagin móti Flora.
EB/Streymur/Skála – BIIK Kazygurt 0-9 (0-6)
EB/Streymur/Skála: Anna Súnadóttir Hansen, Katrina Svartá Hansen (Mirjam Harishi Egilsdóttir, 62.min), Mirjam Huneck Danielsen, Lea Lisberg, Durita Mikkelsen - Rúna Olsen (Sára Magnussen 84.min)) - Silja Augustinussen (Angela Djurhuus, 81.min), Kára Djurhuus, Ansy Sevdal Jacobsen, Randi Fagradal - Bjarta Djuhuus
Gul kort: Bjarta E. Djurhuus og Rúna Olsen
Venjari: Mathias Davidsen
(Kelda: Faroesoccer.com)