Stórtalent til United

Manchester United hevur tryggjað sær franska stórtalentið Paul Pogba

16 ára gamli miðvallarin hevur seinastu árini verið knýttur at ungdómsdeildini hjá Le Havre, men fer nú at royna seg hjá ensku meistarunum. – Vit eru sera fegnir, nú Pogba ætlar at menna seg meira her hjá okkum. Vit hava stórar vónir til hansara, siga umboð frá ungdómsdeildini hjá Manchester United við enskar miðlar.