Stórt virki á heysin

Skiftirætturin í Tromsø fór í gjár undir at viðgera fyritøkuna Troms Pelagic, eftir at nevndin hevði boðað frá, at hon gav skarvin yvir. Tí skal fyritøkan nú viðgerast sum trotabúgv.

Troms Pelagic hevur verið ein av teimum stóru fiskivinnufyritøkunum í Norðurnoregi. Virkið hevur tikið ímóti sild og lodnu, sum virkið hevur skorið til flak og fryst, men tey bæði seinastu árini hevur úrslitið verið vánaligt. Sambært Nordlys hevði virkið einar tíggju milliónir krónur í halli í fjør, og eginpeningurin er nú negativur. Sum eina roynd at venda gongdini tók virkið eisini ímóti svartkalva í fjør, men heldur ikki tað gav nakað av sær.

Umleið 60 fólk hava arbeitt á Troms Pelagic, tá mest var at gera, men tey noyðast nú at finna sær okkurt annað at gera. Sambært Nordlys er lítið, sum bendir á, at nakar annar fer at lata virkið uppaftur.